22.11.2024 - 15:00

Innlánsyvirskotið var 1,4 mia. kr. í september

Innlánsyvirskotið, tað vil siga innlánini frátrekt útlánini, hjá føroysku bankanum, var 1,4 mia. kr. í september. 1 mia. kr. í Føroyum og 400 mió. kr. í útlandinum.

Mynd 1 vísir innlánsyvirkostið hjá føroysku bankunum yvir tíð. Deildin hjá Føroya Bankan í Grønlandi er tald við. Innlánsyvirskotið minkaði munandi í februar 2021, men tað var tí danska deildin hjá Føroya Banka varð seld frá.

Innlánsyvirskotið eru øll innlán frátrekt útlán.

Innlánini í føroysku bankunum, tað vil siga pengar á bók, vuksu við 2,4% í september 2024. Innláns-vøksturin stavar frá vøkstri í innlánum frá húsarhaldum (6,1% roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal) og privatu vinnuni (5,6%). Vøksturin í innlánum frá húsarhaldunum er øktur støðugt síðani á vári 2023 og hjá privatu vinnuni síðani á vári 2024.    

Innlánsyvirskotið hjá húsarhaldunum í føroysku bankunum var 3,1 mia. kr. í september 2024, men verður skuldin, sum húsarhaldini hava í donskum realkredittstovnum tald við, høvdu føroysku húsarhaldini innlánsundirskot á 190 mió. kr. í september 2024.

Samlaðu innlánini í føroysku bankunum vóru 20,3 mia. kr. í september 2024, sum eru g´óðar 800 mió. kr. hægri, enn í september 2023.

Mynd 1

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 3. ársfjórðingi 2024 her.