24.04.2023 - 10:00

Innlánsyvirskotið í bankunum 1,8 mia. kr. í februar 2023

Innlánsyvirskotið í føroysku peningastovnunum var 1,8 mia. kr. í februar 2023. Innlánsyvirskotið er innlán hjá føroyskum peningastovnunum íroknað útlendskar deildir, frádrigið útlán hjá somu. Samlaðu innlánini (uppsparingar) vóru í februar 2023 nærum 20,9 mia. kr., meðan samlaðu útlánini vóru góðar 19,1 mia. kr., sí mynd 1 niðanfyri.

Innlánsyvirskotið fall nógv í 2021 orsakað av søluni av donsku deildini hjá BankNordik. Innlánini í føroysku bankunum eru síðani økt. Millum annað hevur privata vinnan økt um síni innlán hetta seinasta árið, og serliga er tað fiski- og alivinnan, sum hevur sett meira inn á konto í føroysku bankunum síðani á vári 2022.

Mynd 1 Innlánsyvirskot samlað

Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans um fíggjarligt støðufesti 2022.