Innlánsyvirskotið hjá føroysku húsarhaldunum er vaksandi

Innlánsyvirskotið hjá føroysku húsarhaldunum var 1 mia. kr. við árslok 2017, og er nærum trífaldað síðani árslok 2013, har innlánsyvirskotið var 350 mió. kr. Føroysk húsarhald hava sostatt meira innistandandi, enn tey skylda í føroyskum peningastovnum.

Mynd 1 og 2 niðanfyri vísa innlánsyvirskotið; tað er innlán minus útlán í føroyskum peningastovnum og fevnir ikki um hvat húsarhaldini hava innistandandi ella skylda í útlendskum peningastovnum, eitt nú í donskum realkreditstovnum. 

 

Tølini fyri innlánsyvirskotið tykjast at koma í hæddina við jøvnum millumbilum. Hetta kemur av at frítíðarpeningurin verður settur inn á konto í maimánað á hvørjum ári. Innlánini hjá føroysku húsarhaldunum eru síðani árslok 2013 til árslok 2017 økt við 26%, ímeðan lántøkan er økt við 19%. 

Løntakaratalið er í løtuni høgt í Føroyum og vøkstur hevur verið í lønargjaldingum serliga innan byggivinnuna, ali- og kryvjivirki og í privatu tænastuvinnunum 1). Harafturat eru rentuútreiðslurnar lágar og hesi viðurskifti eru við til at geva eitt eitt fíggjarligt rásarúm, ið ger tað gjørligt at hækka nýtsluna ella at leggja meira til síðis. Seinasta brúkarakanning hjá Hagstovuni vísur, at flestu húsarhaldini meta, at nú er rætta løtan at at spara saman, og samstundis svara nøkur, at tey tó ikki vænta at fara at spara upp næsta árið 2).

Hvørt føroysku húsarhaldini fara at halda á at økja um innlánini ella heldur økja nýtsluna komandi árið, ber ikki til at siga við vissu, men tølini fyri inn- og útlán vísa, at nýtslan hjá føroysku húsarhaldunum seinasta áratíggju ikki hevur verið lánifíggjað.

Hagtølini handan myndurnar eru tøk á heimasíðu Landsbankans.