Næstu nógvu árini fara vit at gerast nógv fleiri eldri fólk í Føroyum. Tey 80+ ára gomlu nærum tvífaldast fram til 2040. Bara tað fer at krevja góð 500 fleiri røktarheimspláss við verandi bygnaði.
Mynd 1 niðanfyri vísir, at talið av 80+ ára gomlum nærum tvífaldast fram til 2040 til áleið 4.500 persónar, og nærkast 6.500 í tali í 2062. Talið av 90+ ára gomlum tvífaldast eisini fram til 2040 og táttar í 1.700 fólk í 2062. Sambært frágreiðingini “Í góðum hondum” eru tað umleið 27% av fólkunum í hesum aldursbólki, sum hava tørv á røktarheimsplássi. Tað merkir, at fram til 2040 skulu gerast íløgur í umleið 500 røktarheimspláss við verandi bygnaði.
Mynd 2 niðanfyri vísir einstaklinganýtslu innan heilsu-, mentanar-, útbúgvingar-, og almannamál. Einstaklinganýtsla merkir í hesum føri, hvussu nógv hvør persónur í miðal í hvørjum árgangi kostaði í 2018, í ávísum almennum útreiðslusløgum hjá landi og kommunum. Yvirskipað er talan um nýtslu, sum er tengd at einum ávísum tørvi (til dømis viðgerð í sambandi við sjúku og heimahjálp) ella aldri (m.a. barnaansing og fólkaskúli). Tað eru serliga børn og ung, umframt teir elstu árgangirnir, sum eru brúkarar av almennum tænastuveitingum. Tey ungu fylla mest í kostnaðinum til barnaansing og útbúgving, meðan tey eldru fylla mest í útreiðslunum til eldrarøkt og heilsuverk.
Mynd 2 vísir, at frá áleið 60 ára aldri vaksa miðal einstaklingaútreiðslurnar til heilsu støðugt fram til áleið 80 ára aldur, har vøksturin avtekur. Vøksturin í einstaklingjaútreiðslunum til eldrarøkt tekur dik á seg við 80 ára aldur, og verður serliga brattur fyri elstu aldursbólkarnar.
Umraðfestingar á íløgusíðuni eru neyðugar; neyðugt er at fremja íløgur, ið effektivisera eldrarøktina. Eitt nú íløgur í størri ellis- og røktarheim og útbygging av eldraøkinum, sum í nógv størri mun má fevna um eldraíbúðir komandi árini.
Búskaparráðið mælir til, at politiska skipanin ger neyðugu íløgurnar í eldraøkið, soleiðis at til ber at rationalisera og effektivisera raksturin hjá almenna geiranum, serliga á eldraøkinum, so vøksturin í samlaðu útreiðslunum til eldrarøkt fyri hvønn pensjónist fellur. Víst verður til frágreiðingina "Í góðum hondum"
Les meira í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum um fíggjarpolitiskt haldføri her.