10.12.2024 - 10:00

Hvat eyðkennir fíggjarkreppur?

Finn Østrup, professari á Copenhagen Business School hevur granskað danskar fíggjarkreppur aftur til 1300 talið. Sambært Østrup gera hesi fýra viðurskifti seg galdandi í árunum undan eini fíggjarkreppu:

Høgur búskaparvøkstur
Stórar príshækkingar á ognum (sethúsum og virðisbrøvum)
Stórt bjartskygni (um t.d. veksandi sethúsaprísir)
Stórur vøkstur í skuld hjá húsarhaldum og fyritøkum.     

Sambært Østrup hevur danski búskapurin seinastu 10 árini verið eyðkendur av trimum teimum fyrstu punktunum. Tað sama kann sigast um føroyska búskapin; hann hevur seinastu 10 árini verið eyðkendur av høgum búskaparvøkstri, stórum príshækkingum á sethúsamarknaðinum, og partvíst væntanir um veksandi sethúsaprísir (bjartskygni)

Fjórða punktið; stórur skuldarvøkstur, eyðkennir ikki danska búskapin í løtuni, metir Østrup, tí donsku húsarhaldini eru als ikki eins skuldarbundin í dag, sum tey vóru undan kreppuni í 90’unum og í 2008. Heldur ikki føroysku húsarhaldini eru so skuldarbundin.

Flestu føroysku húsarhaldini hava í dag eitt lágt skuldarlutfall; einans 5% av føroysku húsarhaldunum, sum hava eina skuld omanfyri 2 mió. kr., skylda meira enn 3 ferðir teirra samlaðu árligu inntøkuna; tey eru um 950 í tali burturav umleið 19.300 húskjum (2023).

Hinvegin er bústaðarbyrðan økt munandi síðani rentan byrjaði at hækka, heldur Finn Østrup; tað er nógv dýrari hjá húsarhaldum at seta búgv í dag, enn fyri bara nøkrum heilt fáum árum síðani, og tí er ov tíðliga at avvísa, at prísfall kunnu koma fyri á sethúsamarknaðinum, metir hann.

Í Føroyum er bústaðarbyrðan somuleiðis økt munandi seinastu árini. Tá ið bústaðarbyrðan byrjaði at veksa í umleið 2015, var rentan og inflatiónin enn lág, meðan inntøkurnar vuksu. Í árunum eftir 2022 er bústaðarbyrðan hinvegin økt vegna øktar rentuútreiðslur, sí mynd 1.

Mynd 1

Sambært granskingini hjá Østrup, hevur bústaðarbyrðan havt stóran týdning í fyrrverandi kreppum. Í 90unum fullu sethúsaprísirnir í Danmark eftir at rentan varð hækkað. Í fíggjarkreppuni í 2008, var økta rentan eisini við til at trýsta prísirnar á sethúsamarknaðinum niður. 

Í Føroyum fullu sethúsaprísirnir somuleiðis í 90unum og undir fíggjarkreppuni í 2008, eftir at rentan varð økt fleiri ferðir á rað fram til hesar báðar kreppurnar, sí mynd 2.

Seinastu tvey árini hava tað eisini verið fleiri rentuhækkingar, men sum nú er, sær ikki út til at tað hevur givið fall í sethúsaprísinum, men tað sæst, at vøksturin í sethúsaprísunum er minkaður.

Tað hava longu verið 3 rentulækkingar, og væntandi koma fleiri afturat. Tað fer at lækka um bústaðarbyrðuna hjá føroysku sethúsaeigarunum.    

Mynd 2

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 3. ársfjórðingi 2024 her.