11-02-2019 - 15:00

Húsarhaldini eiga meir á bók enn tey skylda í føroysku peningastovnunum

Í november 2018 áttu húsarhaldini meir enn 2 milliardir krónur meir enn tey skylda, tá ið non-profit felagsskapir eru taldir við (mynd 1). Hetta er meir enn tvífalt so nógv sum í september 2013, tá ið húsarhaldini áttu 900 milliónir krónur meir enn tey skyldaðu føroyskum peningastovnum.

At húsarhaldini eiga meir enn tey skylda – at tey hava innlánsyvirskot – er sum heild gott fyri fíggjarliga støðufestið hjá peningastovnunum.

Innlán hjá føroyskum húsarhaldum í føroyskum peningastovnum vuksu við 30 prosentum frá september 2013 til november 2018. Upphæddin, sum húsarhaldini skylda føroyskum peningastovnum, vaks sama tíðarskeið við 20 prosentum.

Húsarhaldini eiga mest

Húsarhald eiga meginpartin av teimum pengum, sum standa á konto í føroyskum peningastovnum. Húsarhald eiga tveir triðingar, meðan privata vinnan eigur ein fimtapart.

Húsarhaldini eiga umleið 10 milliardir krónur í føroyskum peningastovnum tilsamans. Húsarhald fevna tá um løntakarar, pensjónistar og persónar, sum eru sjálvstøðugir vinnurekandi. Non-profit felagsskapir, til dømis ítróttarfeløg, samkomur o.t., eru við í hagtølunum fyri húsarhald, men hesi eru víst fyri seg í mynd 2.