02.02.2024 - 10:00

Haldføri og útlendsk arbeiðsmegi

At innflyta arbeiðsmegi kann hjálpa nakað uppá haldførisavbjóðingina, men haldførisavbjóðingin verður ikki loyst við hesum. Um tað skal hjálpa nakað, er kravið ein greiður immigrasjónspolitikkur, sum leggur dent á, at stórt tilknýtið er til arbeiðsmarknaðin hjá teimum, sum flyta til Føroya, bæði sum arbeiðsmegi og umvegis samfylgjandi familju, soleiðis at hesi geva eitt positivt nettoíkast til búskapin.

At innflyta arbeiðsmegi kann bøta um fíggjarpolitiska haldførið uppá stutt sikt, serliga um útlendingarnir koma til Føroya fyri at arbeiða og síðani fara av landinum aftur. Hesi arbeiða og rinda skatt, og fáa annars ikki almennar veitingar. Niðurstøðan er tó ikki so einføld í longdini. Verða hesi fólk í Føroyum í longri tíð, fylgja rættindi við. Millum annað rættindi til fólkapensjón, samhaldsfasta og rætt til tænastur frá heilsu- og almannaverkinum. Afturat tí hevur tað eisini týdning um tey eitt nú fáa samfylgjandi familju, sum hjúnarfelaga og børn við, og hvussu vánirnar fyri tilknýtið til arbeiðsmarknaðinum hjá hesum familjulimum eru. Hetta vita vit ikki nógv um (eingi hagtøl), men til dømis fingu 90 børn í 2022 upphaldsloyvi í Føroyum, og hesum skula stovnar og skúlaverk lofta.

Ein onnur avbjóðing er, at øktur livialdur og broytingar í aldurssamansetingini í búfjøldini er eitt altjóða fyribrigdi. Flestu lond í vesturheiminum hava somu demografisku avbjóðingar sum Føroyar, við vaksandi tali av eldri fólki (vaksandi forsyrgjarabrøkur). Hesi lond koma somuleiðis at mangla arbeiðsmegi. Tí verður kappingin um arbeiðsmegina stór.

Tí ber ikki til at dúva uppá, at innflyting av arbeiðsmegi skal loysa stóru haldførisavbjóðingina. Neyðugt er at taka amboð í verk, sum myndugleikarnir beinleiðis kunnu stýra, tað vil siga at hækka pensjónsaldurin, so øktur livialdur ikki einans fer til fleiri ár á pensjón, men at ein partur fer til virkin ár á arbeiðsmarknaðinum.

Les meira í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum um fíggjarpolitiskt haldføri her.