Nærum helmingurin av teimum, ið flyta úr útlondum, búseta seg í miðstaðarøkinum. Somuleiðis slær triði hvør íbúgvi, ið flytir millum bygdir og býir í Føroyum, seg niður í Tórshavn.
Prísurin á bústøðum veksur, tá eftirspurningurin er størri, enn nøgdin av bústøðum, ið eru til sølu. Hesin eftirspurningur er millum annað treytaður av tilflytingini av fólki. Hægstu sethúsaprísir eru í miðstaðarøkinum, ið eisini er økið, sum hevur havt munandi størstu tilflytingina gjøgnum árini.
Út við helmingurin av teimum, ið flyta til Føroya, leita sær til miðstaðarøkið. Sama gongdin er galdandi fyri flytingar innanlands, har umleið triðihvør íbúgvi, ið flytur millum bygdir og býir, velur at búseta seg í Tórshavn.
Nakað týðir tó á, at gongdin møguliga er um at venda. Høgu sethúsaprísirnir í miðstaðarøkinum og arbeiðið við at gera tunnil millum Eysturoy og Streymoy, hava ivaleyst virkað til økta flyting út á bygdir nærhendis tunlinum, har tað framvegis er bíligari at seta búgv. Størsta príshækkingin á sethúsum hetta seinasta árið, hevur verið í teimum størru bygdunum.
Hvussu gongdin í sethúsaprísum fer at vera frameftir, er treytað av ymsum øðrum viðurskiftum, umframt gongdini í tilflytingini, bæði úr útlondum og flytingini millum bygdir og býir í Føroyum. Eitt nú ávirkar mongdin av nýbygging og grundstykkir útboðið av bústøðum, meðan broytingar í demografi, inntøku, arbeiðsloysi, rentustøði, og búskapargongd ávirka eftirspurningin.
Vøkstur í sethúsaprísum líkist tí undan fíggjarkreppuna
Í árunum fram til fíggjarkreppuna, sum tók seg upp móti heysti 2008, gjørdu sethúsaprísirnir stór lop uppeftir. Bara í árunum frá 2004 til 2007 vaks miðalprísurin á einum sethúsum í høvuðsstaðnum meira enn 40 prosent, og í smærri bygdum meira enn 50 prosent. Síðani lækkaðu sethúsaprísirnir aftur millum 20 og 40 prosent.
At smærru bygdirnar – uttan tær í Sandoy og Suðuroy – hava havt størri vøkstur í sethúsaprísum enn í Tórshavn áðrenn fíggjarkreppuna, kemst millum annað av, at smáar bygdir beint uttan fyri Tórshavn – til dømis Velbastað – telja við í hesum bólki, og toga tískil miðalprísin fyri smærri bygdir munandi upp.
Seinastu fimm árini er gongdin rættiliga meinlík teirri, ið var galdandi undan fíggjarkreppuni. Frá 2013 til í dag hevur vøksturin í sethúsaprísum og íbúðum verið umleið 35 prosent í Tórshavn og heili 50 prosent í nøkrum av størru bygdunum í meginøkinum. Uttan iva ein avleiðing av útlitinum til ein skjótt komandi tunnil millum Skálafjørðin og Streymoynna.
Í smærri bygdunum eru sethúsaprísirnir øktir við 17 prosentum, meðan gongdin í Sandoy og Suðuroy er tann øvugta. Her eru sethúsaprísirnir síðani 2013 lækkaðir við 17 prosentum.
Burtursæð frá óvanliga stórum hækkingum í sethúsaprísum fáu árini undan fíggjarkreppuni, er talan um eina meira javna og støðuga hækking í prísunum frá 1994 fram til í dag.
Les meira í frágreiðingini um sethúsamarknaðin hjá landsbankanum, sum sæst her.