Landsbanki Føroya umsitur gjaldførið hjá landinum. Uppgávan er, at landið altíð hevur gjaldføri tøkt, og at tað fæst sum mest burtur úr av avkasti, uttan ov stóran váða. Landið skal liggja inni við einum minstagjaldføri, sum svarar til 15% av BTÚ. Endamálið er at tryggja landsins rakstur, skuldi tað hent seg, at inntøkur landskassans sviku.
Landsbankin umsitur eisini skuldina hjá landinum, sum at fyrireika lántøku og umsita afturgjaldingar. Tað verður gjørt til eina so lága rentu, sum til ber, við atliti til endurfíggingarváðan og við atliti til kravið um minstagjaldførið.
Ratingfyritøkan Moody's kredittmetir Føroyar. Tað merkir, at okkara evni at rinda skuld aftur verður mett. Landsbankin tekur sær av teimum uppgávum, sum ratingstovnurin krevur fyri at kunna kredittmeta Føroyar.