Hagstovan hevur fyri fyrstu ferð almannakunngjørt BTÚ í føstum prísum. Tað vil siga, at føroyingar nú kunnu síggja framleiðsluna uppgjørda í mongdum, tí prísbroytingarnar eru tiknar burturúr. Serliga árini 2011 til 2014, 2019 og 2021 vísa ein stóran vøkstur í framleiðsluni mátað í mongdum. Eisini vísir BTÚ í føstum prísum, at Føroyar hevur havt ein realan búskaparligan vøkstur øll árini frá 2011 til 2021, tó undtantikið 2020, tá Covid-19 rakti.
Mynd 1 vísir føroysku bruttotjóðarúrtøkuna í ávikavist leypandi og føstum prísum í tíðarskeiðinum 2008 – 2024. Hagstova Føroya hevur fyri fyrstu ferð almannakunngjørt bruttotjóðarúrtøkuna í føstum prísum, sum er endaliga uppgjørt fram til 2021. Árliga broytingin í BTÚ í føstum prísum er mátið fyri realan búskaparvøkstur.
Mynd 2 vísir árliga reala búskaparvøksturin frá 2008-2021. Í miðal var reali búskaparvøksturin í hesum tíðarskeiðið 2,6%, og tað er hægri, enn í okkara grannalondum. Til dømis var reali búskaparvøksturin í sama tíðarskeiði 1,2% í Danmark og 1,4% í Íslandi.
Reali búskaparvøksturin var serliga stórur í Føroyum í árunum 2011 – 2014 og hetta kemur av, at føroyski búskapurin kom fyri seg eftir búskaparligu afturgongdina undir fíggjarkreppuni í 2008; tað eru serliga tænastuvinnan og framleiðsluvinnan (sum eisini inniheldur byggivinnuna), sum vaksa hesi árini. Eisini stavar reali búskaparvøksturin í hesum tíðarskeiði frá tilfeingisvinnuni, sum kemur av, at føroyingar fiskaðu og útfluttu størri nøgdir av makreli, enn frammanundan, eftir at Føroyar høvdu tillutað sær størri makrelkvotu.
Í 2015 minkaði mongdin av útfluttum makreli og laksi í mun til árið fyri, og tí er reali búskaparvøksturin ikki eins stórur í 2015 sum í árunum frammanundan. Í 2016 vaks prísurin á laksi við nærum 50%, men í 2016 sæst bert ein stórur vøkstur í BTÚ í leypandi prísum (9,4%), og ikki tá mátað verður í føstum prísum (bara 1,5%).
Í 2019 vaks útflutta mongdin av laksi, toski og hýsu í mun til árið fyri, ið førdi til ein realan búskaparvøkstur hetta árið. Í 2020 sæst hinvegin eitt fall í realum BTÚ og stavar hetta frá lægri virksemi í eitt nú gisti- og matstovuvinnuni og í flog- og sjóflutningi, umframt at lægri nøgdir vóru útfluttar av fleiri ymsum fiskasløgum meðan koronufarsóttin gjørdi um seg um allan heimin. Í 2021 kemur realur búskaparvøkstur av, at føroyski búskapurin fótar sær eftir koronufarsóttina, umframt at útflutningurin av makreli vaks og tøkunøgdin av laksi setti met.
Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.