08.09.2023 - 10:00

Framleiðslan (BTÚ) er mett at veksa 5,9% í 2023

Búskaparráðið hevur endurskoðað vøksturin í BTÚ fyri árini 2022 – 2024 av dagførdum hagtølum. Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mett at verða ávikavist 8,1% í 2022, 5,9% í 2023 og 1,4% í 2024.

Mynd 1 vísir føroysku bruttotjóðarúrtøkuna í ávikavist leypandi og føstum prísum í tíðarskeiðinum 2008 – 2024. Uppgerðin er endalig fram til 2021, meðan BTÚ í leypandi prísum í árinum 2022-2024 eru metingar.

Lyklatølini vísa framvegis, at føroyski búskapurin er í framgongd. Framleiðslan (BTÚ) er mett at veksa 5,9% í 2023, arbeiðsloysið er søguliga lágt, samlaðu lønarútgjaldingarnar eru veksandi, tal av fólki í starvi setur met, og handilsjavnin hevur framhaldandi stórt yvirskot.

Mynd 1 BTÚ, ársins prísir og fastir 2010-prísir (leinkja virðið)

Viðm.: Hagstova Føroyar hevur gjørt upp BTÚ í ársins prísum og føstum prísum fyri árini 2008 til 2021. BTÚ í ársins prísum 2022-2024 eru metingar Búskaparráðsins.

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.