05-11-2018 - 00:00

Moody's: Kvotaskipan ja-lig fyri kreditvirðið

Moody’s hevur hugt eftir nýggju fiskivinnulóggávuni. Tey siga:

“The reform is credit positive because it shoould ensure the long-term sustainability of the islands’ most important industry, discourage overfishing through a new quota system and boost one of the goverment’s main revenue sources through action proceeds and additional fees”

Moody’s vísur á, at ein kvotaskipanin er meira liðiligur háttur at laga fiskiorkuna til støddina av fiskastovunum, og at tað minkar um vandan fyri ovfisking. Harafturat vil skipanin betra um inntøkurnar hjá landskassanum, sum tey eisini meta fara at vaksa, um fiskastovnarnir undir Føroyum vera væl umsitnir, og tí ein vaksandi altjóða eftirspurningurin eftir fiski fer at ávirka prísirnir uppeftir.

At landsstýrið, saman við fiskifrøðingum, ger umsitingarætlanir fyri fiskastovnarnir, váttar at landsstýrið gevur eina klára tilsøgn um eina burðadygga stovnsrøkt, vísur Moody’s á.

Niðurstøðan hjá Moody’s er at fiskivinnurnýskipanin gevur landsstýrinum tey røttu amboðini til at tryggja eina burðadygga fiskivinnu, sum er sera týðandi fyri Føroyar, samstundis sum nýskipanin breiðkar um inntøkugrundarlagið.

Øll frágreiðingin hjá Moody’s kann lesast her.