15.07.2024 - 10:00

Fíggjarstøðan fer at batna eftir rentulækking

Landsbankin biður í hvørjum ársfjórðingi føroysku bankarnir meta um millum annað broytingar í eftirspurningi eftir fígging, í krøvunum til kredittvirðið ella í fíggjarstøðuni hjá kundunum. Hetta verður rópt útlánskanning Landsbankans.

Í øðrum ársfjórðingi 2024 svara bankarnir millum annað, at fíggjarstøðan í verandi ársfjórðingi hjá bæði privat- og vinnukundum er versnað eitt vet orsakað av verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum.

Hinvegin væntast fíggjarstøðan at batna í 3. ársfjórðingi í 2024 hjá privat- og vinnukundum vegna tað, at bankarnir lækka útlánsrenturnar eftir at Nationalbankin lækkaði sína rentu, sí mynd 1.

Mynd 1. Broyting í fíggjarstøðu  

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið frá mai 2024 her.