24.03.2021 - 10:00

Fíggjarpolitikkur eigur at verja móti vinnuloysi og missi av fólki

Størsta vanlukkan í 1990’unum var missurin av fólki til útlandið, tí landskassin ikki hevði fíggjarligu orkuna at standa ímóti bakkastinum. Sjálvt í smærri aftursveiggjum rýma fólk. Netto fluttu 1.000 fólk í tíðarskeiðnum 2004-2007 (alikreppan) og 1.600 fólk í tíðarskeiðnum 2009-2013 (fíggjarkreppan).

Ringasti skaðin fyri føroyska búskapin, er missurin av evnaríkum fólki tá aftursveiggj raka búskapin. Fyri at verja móti hesum krevst stór fíggjarstyrki. Fíggjarstyrkin eigur at vera so mikið stór, at tað slepst undan viðrekandi fíggjarpolitikki, bæði tá tað gongur væl og tá tað gongur verri. Hagtøl benda á, at í Føroyum virkar fíggjarpolitikkurin mangan sama veg sum sveiggið í búskapinum, heldur enn øvugt.

At landskassin hevur neyðugu fíggjarligu orkuna tá á stendur, eigur at vera grundarlagið undir fíggjarpolitikkinum.

Støðufesti er sjálvt endamálið við fíggjarpolitikkinum. Amboðið er ein støðufestigrunnur. Inntøkurnar eiga at vera allar tilfeingisinntøkurnar, sum fara upp um miðal vánirnar, so landskassin hevur fíggjarorkuna at lofta vinnuloysinum í ringastu krepputíðum.

Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, hevur síðstu árini granskað í fortreytunum fyri at reka fíggjarpolitikk í tilfeingisríka pinkulandinum Føroyum. Allir búskapir virka líka vísur Hermann Oskarsson á, men neyðugt er at gáa eftir ítøkiligu umstøðum í hvørjum búskapi sær. Sera lítið er granskað um føroyska búskap. Vónandi kemur meira á hesum øki, so hvørt sum búskapardeildin á Fróðskaparsetur Føroyum mennir seg. Her er eitt íkast frá Hermanni Osakarssyni um fíggjarpolitikk í Føroyum. Sí greiningina her.