10.12.2024 - 10:00

Er inflatióni tálmað?

Higartil er líkt til, at miðbankarnir í USA og Evropa hava megnað at tálma inflatiónina við rentuhækkingum, uttan at tær hava ført til eina búskaparliga afturgongd.

Jesper Rangvid, professari á Copenhagen Business School og formaður fyri Rangvid-nevndini, ið kannaði orsøkirnar til fíggjarkreppuna í 2008, ger tó vart við, at inflatiónin í 1970-árunum á fyrsta sinni lækkaði, fyri síðani at hækka aftur.

Ein av orsøkunum til, at inflatiónin hækkaði enn einaferð í 1970’unum, var ov stimbrandi pengapolitikkur; rentan varð lækkað ov skjótt.  Rangvid vísir tí á, at lækka miðbankarnir í USA og Evropa renturnar ov nógv og ov skjótt, kann tað birta uppundir inflatiónina einaferð afturat. Ov stimbrandi fíggjarpolitikkur kann somuleiðis birta uppundir eini veksandi inflatión, so sum skattalættar og veksandi almenn nýtsla og íløgur, sigur Rangvid.        

Í løtuni tykjast miðbankarnar í USA og Evropa tó at hava hildið renturnar høgar nóg leingi til at teir kunnu tryggja sær, at inflatiónin veruliga er á veg niður. Hvørt miðbankarnir kortini hava lækkað rentuna ov tíðliga, fer tíðin at vísa.

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 3. ársfjórðingi 2024 her.