10.01.2024 - 13:00

Búskaparráðið leggur týsdagin fram sína temafrágreiðing um haldførið

Búskaparráðið leggur týsdagin 16. januar 2024 sína temafrágreiðing um fíggjarpolitiska haldførið fram. Framløgan verður í Smæruni í Havn klokkan 13.00. Framløgan verður eisini stroymd og leinkjan verður løgd út á heimasíðuna hjá landsbankanum.

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.

Búskaparráðið ger tvær kjonjunkturfrágreiðingar um árið og kann harumframt gera temafrágreiðingar.

Limir í Búskaparráðnum eru:

Fróði Magnussen, cand.merc., formaður
Jan Otto Holm, cand.merc. innan fígging og roknskap
Sanna Laksá, PhD í búskaparfrøði
Helena Andreasen, cand. merc.aud
Johnny í Grótinum, cand. polit.

Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er við løgtingslóg løgd til Landsbanka Føroya.