29.08.2023 - 10:00

Fríggjadagin leggur Búskaparráðið heystfrágreiðingina fram

Fríggjadagin 1. september 2023 leggur Búskaparráðið heystfrágreiðingina fram. Framløgan verður í Smæruni í Havn klokkan 10.00.

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.

Limir í Búskaparráðnum eru:

Fróði Magnussen, cand.merc., formaður
Jan Otto Holm, cand.merc. innan fígging og roknskap
Sanna Laksá, PhD í búskaparfrøði
Helena Andreasen, cand. merc.aud
Johnny í Grótinum, cand. polit.

Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er við løgtingslóg løgd til Landsbanka Føroya.