Neyðugt er at seta ferðina upp á javningini á áramálunum í ávikavist arbeiðs- og pensjónslívinum fyri at fáa haldføri í fíggjarpolitikkin. Búskaparráðið mælir til at hækka pensjónsaldurin frá 2035 og fram. Ein hækking í pensjónsaldrinum skal samtykkjast 10 ár frammanundan, at pensjónsaldurin skal hækka. Tí er neyðugt longu í ár, at tingið samtykkir, at pensjónsaldurin skal hækka í 2035.
Føroyar standa fyri eini stórari fíggjarpolitiskari haldførisavbjóðing. Haldførisávísin er millum -8% og -9% av BTÚ, sum gevur eitt fíggjarkrav á áleið 2 mia. kr. í mun til BTÚ í 2022. Tað vil siga at 2. mia. kr. fara at vanta í á hvørjum ári, um ikki nýskipanir og átøk verða framd.
Viðurskifti, ið lækka almennu útreiðslurnar ella hækka inntøkurnar, bøta um fíggjarpolitiska haldførið. Tað sum bøtir mest um haldførisavbjóðingina, er at hækka pensjónsaldurin, bæði tí almennu útreiðslurnar til pensjónsútgjøld minka, og tí almennu inntøkurnar hækka av, at fólk halda fram á arbeiðsmarknaðinum.
Við tað at haldførisávísin er so negativur sum hann er (millum -8% og -9%), slepst ikki undan at hækka pensjónsaldurin, tí hetta átakið bøtir mest um haldførisávísan.
Pensjónsaldurin er í dag 67 ár. Síðani pensjónsskipanin varð yvirtikin í 1988, er miðal livitíðin hjá pensjónistum økt við 4 árum og er í dag 19 ár, uttan at pensjónsaldurin er øktur tilsvarandi. Hetta merkir, at tað longu er og framhaldandi verður, alsamt tyngri hjá arbeiðsfjøldini at fíggja útreiðslurnar til vælferðartænasturnar.
Búskaparráðið mælir til, at politiska skipanin fremur samhaldsfesti millum ættarlið við at hækka pensjónsaldurin, so øktur livialdur ikki einans fer til fleiri ár á pensjón, men at ein partur fer til virkin ár á arbeiðsmarknaðinum. Í fyrstu syftu er neyðugt at seta ferðina upp á javningini á áramálunum í ávikavist arbeiðs- og pensjónslívinum fyri at fáa haldføri í fíggjarpolitikkin. Vísur tað seg í framtíðini, at vøksturin í livialdrinum hæsar av, eigur pensjónsaldurin at verðið endurskoðaður til ta tíð.
Búskaparráðið mælir til, at politiski myndugleikin í 2024 samtykkir at hækka pensjónsaldurin við einum ári fimta hvørt ár við byrjan í 2035. Við at hækka pensjónsaldurin við einum ári fimta hvørt ár verður pensjónsaldurin 74 ár í 2060 og fáa tey sum fara á pensjón tá væntandi 17 ár í miðal sum pensjónistar.
Les meira í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum um fíggjarpolitiskt haldføri her.