24.03.2021 - 11:00

At stíla figgjarpolitikkin eftir altjóða kappingarførinum, er sjáldan rætt

Allir búskapir virka eins, men tað sum sermerkir føroyska búskapin er, at Føroyar er eitt pinkuland, at Føroyar hava munandi meira tilfeingsiríkidømi enn onnur lond, og at stoytirnir, sum koma á búskapin, koma uttanífrá.

Stoytirnir á búskapin koma, tí prísurin á útflutningsvørum Føroya fellur, atgongdin til marknaðirnar broytist, tá fiskastovnarnir veksa ella minka, tá Føroyar fáa tillutað størri/smærri kvotur og so framvegis. Hesi eru øll viðurskifti, sum føroyski búskaparpolitikkurin ikki hevur nakra ávirkan á. Tað merkir eisini, at fíggjarpolitisk átøk ikki røkka kelduni á stoytinum. Fíggjarpolitikkur í Føroyum røkkur til dømis ikki at ávirka prísgongdina á fiski á heimsmarknaðinum.

Hagtøl vísa, at kappingarføri ikki hevur stóra ávirkan. Hagtøl vísa til dømis ikki nakað rák fram ímóti vinnuloysi og halli á gjaldsjavnanum seinastu 20 árini vegna tess, at flakavirkini framleiða minni fisk, tí kappingarføri er versnað. Heldur ikki arbeiðsloysið ber bráð av tí. Miðal árliga arbeiðsloysið síðani ár 2000 hevur ikki verið meira enn í grannalondunum, heldur minni.

Sveiggini í føroyska búskapin koma hinvegin frá broyttum fiskanøgdum og broyttum fiskaprísum, tað vil siga uttanífrá. Tað er tí trýstið frá lønarvøkstrinum í útflutningsvinnunum, sum elvir til trýst á føroyska búskapin og harvið trýstir lønarlagið upp á heimamarknaðinum.

Fokusið fyri fíggjarpolitikkin eigur tí at vera at javna sveiggini frá útflutningsvinnunum, heldur enn kappingarførið. Tí tað er sjáldan at kappingarføri er nakar trupulleiki.

Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, hevur síðstu árini granskað í fortreytunum fyri at reka fíggjarpolitikk í tilfeingisríka pinkulandinum Føroyum. Allir búskapir virka líka vísur Hermann Oskarsson á, men neyðugt er at gáa eftir ítøkiligu umstøðum í hvørjum búskapi sær. Sera lítið er granskað um føroyska búskap. Vónandi kemur meira á hesum øki, so hvørt sum búskapardeildin á Fróðskaparsetur Føroyum mennir seg. Her er eitt íkast frá Hermanni Osakarssyni um fíggjarpolitikk í Føroyum. Sí greiningina her.