25.01.2024 - 10:00

Áleið 2 mia. kr. fara at vanta í á hvørjum ári, um eingi átøk verða framd

Úrslitið í haldføriskanningini hjá Búskaparráðnum vísir, at førdi fíggjarpolitikkurin ikki er haldførur. Haldførisávísin er millum -8% og -9% av BTÚ, sum gevur eitt fíggjarkrav á áleið 2 mia. kr. í mun til BTÚ í 2022. Tað vil siga, at 2. mia. kr. koma at vanta í á hvørjum ári, um ikki nýskipanir og átøk verða framd.

Tá fíggjarlógin verður snikkað til á hvørjum árið hjá landi og kommunum, verður einans hugt nøkur fá ár fram. Fyri at tryggja ein haldføran fíggjarpolitik, er neyðugt at hyggja longur fram í tíð.

Haldføriskanningin hjá Búskaparráðnum hyggur langt fram í tíð fyri at taka hædd fyri demografisku gongdini. Í mynd 1 niðanfyri sæst gongdin í búfjøldini býtt á tríggjar aldursbólkar. Í tíðarskeiðinum 2013-2022 er fólkatalið í bólkinum 0-15 ár økt við 8 prosentstigum, fólkatalið í bólkinum 16-66 ár við 10 prosentstigum, meðan fólkatalið í aldursbólkinum 67+ er vaksið við 27 prosentstigum. Talið av pensjónistum er sostatt vaksið mest í hesum tíðarskeiði, eisini hóast nettotilflytingin av fólki, serliga í arbeiðsførum aldri, hevur verið stór í tíðarskeiðinum.

Hyggja vit at 2023 og frameftir til 2062, so er munurin í vøkstrinum í fólkatalinum millum aldursbólkarnar uppaftur størri. Frá 2023 til 2062 veksur fólkatalið 67+ við heili 72%. Hinvegin minkar talið av teimum sum eru í arbeiðsførum aldri (16-66 ár) við 5%.

Tað merkir, at talið av teimum, sum skulu forsyrgjast, veksur í mun til tey, sum eru í arbeiðsfjøldini, sí mynd 2. Mynd 2 vísir lutfallið millum pensjónistar og tey, sum hava arbeiðsvirknan aldur. Í 1985 vóru áleið 6,5 fólk í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjónist, meðan tað í dag eru einans sløk 4 fólk. Gera vit einki, verða vit bert 2,3 fólk í arbeiðsvirknum aldri fyri hvønn pensjónist (bláa strikan).

Mynd 2

Talva A og B vísa úrslitini av haldførisgreiningini hjá Búskaparráðnum. Talva A vísir úrslitið, um fólkatalsframskrivingin hjá Hagstovuni verður brúkt, ið hevur eina árliga nettofráflyting í framtíðini, meðan talva 2 vísir somu úrslit, tó so at í hesum førið er nettofráflytingin sett til 0 í framtíðini.

Í grundframlitinum hækkar pensjónsaldurin í 2025 og 2030 við einum hálvum ári; tað sum longu er samtykt. Í hesum føri verður pensjónsaldurin 68 ár í 2062 og væntaða miðal livitíðin 22 ár sum pensjónistur. Harafturat verða vit um 2 fólk í arbeiðsvirknum aldri fyri hvønn pensjónist. Grundframlitið gevur ein haldførisávísa á -9% og eitt fíggjarkrav á umleið 2 mia. kr. á hvørjum árið í mun til BTÚ fyri 2022.

A1. Hækkar pensjónsaldurin við einum hálvum ári fimta hvørt ár í øllum framrokningartíðarskeiðinum, verður pensjónsaldurin 71 í 2062 og væntaða miðal livitíðin sum pensjónistur verður 19 ár eins og í dag. Harafturat verða vit áleið 3 fólk í arbeiðsvirknum aldri fyri hvønn pensjónist. Hetta betrar um haldførið við 5 prosentstigum.

A2. Hækkar pensjónsaldurin við einum heilum ári fimta hvørt ár í framrokningartíðarskeiðinum við byrjan í 2035, verður pensjónsaldurin 74 ár í 2062 og væntaða miðal livitíðin sum pensjónistur 17 ár. Harafturat verða vit 4 fólk í arbeiðsvirknum aldri fyri hvønn pensjónist, eins og vit eru í dag. Hetta betrar um haldførið við 8 prosentstigum.

A3. Ein lækking av útreiðslustøðinum til eldrarstøðunum á 20% yvir 40 ár betrar haldførisávísan við umleið einum prosentstigi. Ein effektivisering á eldraøkinum munar sostatt væl um haldførisavbjóðingina.

Úrslitini vísa, at tað, sum bøtir allarbest um haldførisavbjóðingina, er at hækka pensjónsaldurin og at tað er neyðugt fyri at fáa ein haldføran fíggjarpolitikk.

Best er at pensjónsaldurin hækkar við einum ári fimta hvørt ár við byrjan í 2035. Nýskipanir mugu fremjast, so núlivandi ættarlið ikki leggja ófíggjaðar rokningar eftir sær til komandi ættarlið.

Les meira í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum um fíggjarpolitiskt haldføri her.