16.10.2023 - 10:00

80% av innlánunum hjá húsarhaldunum eru fevnd av innskjótaratrygdargrunninum

Vøksturin í innlánunum hjá føroysku húsarhaldunum hevur verið minkandi síðani byrjanina av 2021, men er kvinkaður upp aftur og var í august 2023 komin á sama støði, sum í august 2021.

Innlán, sum eru fevnd av innskjótaratrygdargrunninum, eru tryggjaði, um bankin skuldi farið á húsagang. Meira enn 80% av innlánunum hjá húsarhaldunum í føroysku bankunum vóru tryggjaði í 2022. Tað eru í mesta lagið 100.000 evrur (umleið 750.000 kr.), sum hvør kundi kann hava tryggjaði í hvørjum peningastovni.

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 2. ársfjórðingi 2023 her.