Búskaparráðið

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligu gongdini í landinum og koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina. 

Tað er ásett í lógini fyri Búskaparráðið, at tað skal gera tvær konjunkturfrágreiðingar árliga, sum verða almannakunngjørdar 1. mars og 1. september. Ráðið kann harumframt gera evnisfrágreiðingar. Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er sambært lóg løgd til Landsbankan at røkja.

Tað fyrsta ráðið fór til verka tann 1. januar 1997.

Lógin fyri Búskaparráðið sært tú her.