Lýsing

Fíggjarligt støðufesti snýr seg um, at fíggjarkervið í síni heild er so sterkt og mótstøðuført, at trupulleikar, ið stinga seg upp, ikki breiða seg ótálmaðir í skipanini, soleiðis at grundleggjandi tænastur til borgarar, fyritøkur og tað almenna verða órógvaðar.

Fíggjarligt støðufesti

Stóru peningastovnarnir í Føroyum eru alsamt ein váði fyri føroyska búskapin. Eisini vaksa pensjónsuppsparingarnar í Føroyum nógv næstu árini. Mett verður, at samlaða pensjónsuppsparingin í Føroyum kemur upp í 15-20 mia. kr., um øll koma upp í 15% uppsparing av lønini sambært galdandi eftirlønarlóg. Eisini eru samtøk í føroyska fíggjargeiranum, ið hava virksemi tvørtur um fleiri virkisøki, eitt nú pensjón, trygging og banka. Tilfeingisvinnurnar og stóru fyritøkurnar, ið virka innan tær, hava eisini alstóran týdning fyri búskapin. Samstundsi er almenni búskapurin merktur av, at stórar avbjóðingar eru við langtíðar haldførinum. Øll hesi viðurskifti kunnu ávirka fíggjarliga støðufesti. 

Systemiskir fíggjarváðar

At ein váði er systemiskur merkir, at talan er um ein veikleika ella eina ójavnvág í fíggjarskipanini, sum økir um vandan fyri, at ein systemisk fíggjarkreppa fer at gera seg galdandi. Harumframt er talan um systemiskan váða, tá ið váðin ger seg galdandi breitt í allari fíggjarskipanini ella í einstøkum parti av skipanini, ið hevur avgerandi týdning fyri alla skipanina, til dømis ein einstakur SIFI-peningastovnur. Dømi um systemiskar fíggjarváðar kunnu vera "bústaðar-bløðrur" (samsvar er ikki  millum prís og veruliga virðið), innlánsundirskot í peningastovunum, og savnan av kapitali á heilt fáum hondum. Tað er tí atburður hjá fíggjargeira og pørtum, ið hava stóra ávirkan á fíggjarkervið, undir einum og tess samband við realbúskapin, ið millum annað er týðandi at hava eyguni við í hesum sambandi.