09-06-2018 - 00:00

Skuldarbyrðan landskassans lækkað við 500 mió. kr

Føroyingar kunnu nú gleðast um, at skuldarbyrðan hjá landskassanum er minkað við 500 mió. kr.

10. juni fyri 20 árum síðani undirskrivaðu táverandi landsstýrið og danska stjórnin eina avtalu í sambandi við bankamálið. Grein 2 í avtaluni snýr seg um skuldina hjá landskassanum. Avtalan hevði við sær at:

-    Góðar 4 mia. kr. vóru umskipaðar til eitt 20 ára lán til danska statin.
-    900 mió. kr. vóru eftirgivnar í skuldini og
-    500 mió. kr. vóru givnar, sum eitt rentu- og avdráttar frítt lán í 20 ár.

Tær 500 mió. kr. skuldu tó bara rindast aftur til danska statin, um Føroyar í juni í ár høvdu inntøku frá at vinna olju burturúr undirgrundini. Tað hava Føroyar ikki.

Danska fíggjarmálaráðið kunnaði hósdagin 7. juni fíggjarnevndina hjá Fólkatinginum um, at føroyska lánið á 500 mió. kr.  dettur burtur sambært avtaluni frá 1998. Fíggjarnevndin tók kunningina til eftirtektar, sí Aktstykke nr. 113.

Lánið til danska statin á 4 mia. kr. er seinni umfíggjað, soleiðis at skuldin til danska statin í dag er 0 kr. Hinvegin hevur landskassin 4,6 mia. kr. í lánsbrævaskuld.