Íløgukarmar fyri landskassans gjaldføri

Íløgukarmar, samtykt í mai 2018

Aktivklassi Heiti Karmur Hámark fyri einstakan mótpart

1

Gundøki og bygningar

0

2

Onnur dóttirfeløg

0

3

Kapitalpartar (partabrøv)

0-25

2

Listaði partabrøv

0-25

Ólistaði partabrøv

0-5

Menningarlandapartabrøv

0-5

4

Lánsbrøv

0-100

4.1

Ríkislánbrøv

0-100

4.2

Realkredittlánsbrøv

0-100

4.3

Indekslánsbrøv

0-10

4.4

Kreditlánsbrøv, investment grade

0-15

4.5

Kreditlánsbrøv, lægri enn investment grade

0-25

4.6

Onnur lánsbrøv

0-10

5

Lán við trygd í fastari ogn

0-5

5

Lán til infrakervi

0-5

6

Onnur fíggjarlig aktiv

0-100

Peningastovnskontur

0-100

Hedge fondar, infrakervi og aðrar alternativar íløgur

0-15

2

7

Avleidd fíggjarlig amboð (optiónir, futures, swap)

ja

Viðmerkingar

1) Hámarkini eru roknað sum prosentpartur av minstagjaldførinum (15% av BTÚ)

2) Virðisbrøvini verða flokkað í bólkar sambært reglunum hjá Fíggjareftirlitinum

3) Íløgur kunnu gerast í samansetingar av aktivum, um loyvi er at gera íløgur í undirliggjandi aktivini, til dømis íløgufeløg, SPV, CMO ella ETF.

4) Um ílløga verður gjørd í íløgufeløg við investment grade lánsbrøvum, skulu minst 85% av lánsbrøvunum hava investment grade rating

Til aktivklassa 3: Partafeløg og íløgufeløg við partabrøvum. Fyri partabrøv (bólk 3) er ein avmarking á 2% sett fyri hvønn einstakan mótpart. Henda avmarking er galdandi fyri beinleiðis íløgu í eitt partabræv og ikki fyri íløgur gjørdar gjøgnum íløgufeløg.

Til aktivklassa 4.1 og 4.2: Íløga í ríkislánsbrøv, donsk realkredittlánsbrøv og samsvarandi fastognarlán (covered bonds) í eurolondum. Í EUR og DKK, annars er neyðugt at kurstryggja.

Til aktivklassa 4.3: Indekslásbrøv. Í EUR og DKK, annars er neyðugt at kurstryggja.

Til aktivklassa 4.5: Hárentu virkislánsbrøv og menningarlandalánsbrøv eru í hesum bólki

Til aktivklassa 4.6: Onnur lánsbrøv eru lánsbrøv, sum ikki kunnu flokkast í bólkarnar 4.1-5.5.

Til aktivklassa 6: Peningastovnar. Hámarkið er sett so høgt, tí bólkurin umfatar depotkonti hjá íløgurøktarunum, sum tíðum umleggja frá nøkrum virðisbrøvum til onnur. Í hesum eru tær alternativu íløgurnar, sum ikki kunnu bólkast í øðrum bólkum. Heimildin til alternativar íløgur er 15%, men fara tær upp um 10%, skal tað leggjast fyri landsbankanevndina. Bólkurin hedge fondar, infrakervi og aðrar alternativar íløgur kunnu innihalda produkt, sum heilt ella partvís eru derivat.

Til aktivklassa 7: Derivat kunnu nýtast til bólkarnar 3 og 4, um derivatini eru avleidd av partabrøvum ella lánsbrøvum, og hava somu ella líknandi váðaeginleikar sum hesi virðisbrøv. Í bólki 4 kunnu íløgur gerast í aktiuindekseraði lánsbrøv. Somuleiðis kunnu íløgur verða gjørdar í produkt, sum heilt ella partvís eru derivat, innanfyri karmin fyri bólk 6, hedge fondar, infrakervi og aðrar alternativar íløgur. Um onnur sløg av derivatum verða keypt, skal hetta leggjast fyri nevndina.