Skuldarstrategi

​Landsins lántøka skal vera til marknaðarkor og líka síðani fyrst í 90’unum hevur landið tikið lán vit at útgeva lánsbrøv. Í dag verða lánsbrøvini, sum vera útgivin, eisini skrásett á keypsskála bæði í Íslandi og í Keypmannahavn. At lánsbrøvini eru skrásett á keypsskála ger at tað eru fleiri íleggjarar, sum hava møguleika at keypa hesi.

Fleiri ymisk atlit vera tikin, tá landið tekur lán, millum annað at:

- Fíggjarkostnaðurin eigur at vera minst møguligur

- At miðja eftir at ein partur av skuldini er langfreistað, so landskassin ikki skal endurfíggjað ov stóran part av skuldini í einum, og harvið átaka sær ov stóran endurfíggingarváða og samstundis er tað ein trygging ímóti ógvisligum rentuhækkingum á fíggjarlógini frá ári til árs.

- Miðað verður ímóti at útgávurnar eru í minsta lagi 1 mia. kr. í hvørjari lánsbrævarøð fyri at minka um gjaldførispremiuna og tí fleiri keyparar eru ikki áhugaðir, um tillutaðu upphæddirnar eru ov smáar.

- Miða ímóti at vera á marknaðinum í minsta lagi annað hvørt ár, fyri javnan at verða á marknaðinum, og harvið hava samband við íleggjarar.

- Fíggjaramboð kunnu nýtast, um tað minkar um váðan og fíggjarkostnaðin. Tó verður tað lagt fyri landsbankanevndina í hvørjum einstøkum føri.

Niðanfyri sæst miðal afturgjaldstíðin á lánunum hjá ymiskum londum (okt 17):

  • Danmark: 8,01 ár
  • Svøríki: 6,75 ár
  • Týskland: 9,02 ár
  • Finnland: 7,37 ár og
  • Føroyar: 4,23 ár