29.11.2024 - 10:00

Úrslitið hjá bankunum væl betri í 2023

Úrslitið áðrenn skatt hjá bankunum vaks munandi í 2023 samanborið við undanfarin ár. Serliga orsakað av framgongd í grundrakstrinum, men eisini kursjavning gav eitt positivt ískoyti til úrslitið í 2023, eins og lágu niðurskrivingarnar vóru við til at gera úrslitið í 2023 betri enn í undanfarnu árunum.

Mynd 1 vísir samlaða úrslitið áðrenn skatt hjá bankunum. Tað sæst at úrslitið fyri 2023 er væl betri enn undanfarin ár. Tað er serliga framgongdin í grundrakstrinum, sum gevur eitt betri úrslit, men eisini kursstillingar, lágar niðurskrivingar og annað vóru við til at gera úrslitið í 2023 betri.

Mynd 1

Vøksturin í grundrakstrinum í 2023 stavar í stóran mun frá øktum nettorentuinntøkum. Nettorentuinntøkur er munurin millum rentuinntøkur frá útlánum og rentuútreiðslum á innlánum. Nettorentuinntøkurnar eru øktar seinastu tvey árini, tí føroysku bankarnir hava økt útlánsrentuna meira enn innlánsrentuna, ið merkir, at rentumarginalurin er øktur, sí mynd 2.

Mynd 2

Hinvegin hava inntøkurnar frá ómaksgjøldum verið lægri í 2021 - 2023, enn í undanfarnu árunum, sum eru víst í mynd 3.

Mynd 3

 

Talva 1 vísir úrslitið hjá føroysku peningastovnunum í krónum fyri árið 2023 og fyrra hálvár 2024, umframt solvensin í %.

Talva 1

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 3. ársfjórðingi 2024 her.