05-11-2018 - 00:00

Fíggjarstøðan hjá kommununum er nógv batnað

Fíggjarligu lyklatølini hjá kommununum vísa, at fíggjarliga eru kommunurnar væl fyri. Skattainntøkur, skuld og rentuútreiðslur eru lyklatøl, sum øll peika rættan veg.

Samlaðu skattainntøkurnar hjá kommunum í 2017 vóru 2,3 mia. kr. Kommunurnar skyldaðu í alt 1,1 mia. kr, men áttu samstundis 627 mió. kr. á bók. Tá innistandandi verður mótroknað skuldini var nettoskuldin í 2017 481 mió. kr. Tað vil siga, at skuldin hjá kommununum 31. desember 2017 var 21% av samlaðu skattainntøkunum. Síðani 1993, tá kommunurnar skyldaðu hálvafjórðu ferðir skattainntøkurnar – ella 367% - er skuldin støðugt minkað, sí talvu 1 niðanfyri.

Høvuðsgrundin til, at skuldartølini eru so nógv broytt, er at inntøkurnar eru vaksnar skjótari enn skuldin.

Sambært lógini kann ein kommuna ikki skylda meiri enn eina árs skattainntøku. Tá skuldin 31. desember 2017 var 21 prosent av skattainntøkuni, merkir tað, at kommunurnar kunnu læna slakar 2 milliardir krónur afturat, uttan at raka loftið í lógini.

Hetta vísir, at fíggjarliga rásarúmið hjá kommununum er stórt í løtuni.

Mynd 1 niðanfyri vísur samlaðu innlánini hjá kommunum í føroysku peningastovununum síðani kreppuna í 90-unum. Innlánini hjá kommununum lækkaðu við umleið 200 mió. kr. beint eftir fíggjarkreppuna í 2008, men hava verið støðugt vaksandi síðani 2014, og við árslok 2017 vóru samlaðu innlánini oman fyri 600 mió. kr.

Váðaráðið ger vart við, at kommunurnar eru ikki umfataðar av innskjótaratrygdini.

Mynd 2 niðanfyri vísur gongdina í skattainntøkunum hjá kommununum frá 1993. Inntøkurnar vaksa alt tíðarskeiðið, men serliga í 2013 og frameftir vaksa skattainntøkurnar nógv, og er tað í samsvari við góðu búskapargongdina í landinum síðstu árini. Myndin vísir eisini, at tað eru serliga tær miðalstóru kommunurnar, sum merkja framgongdina í búskapinum, reyða linjan. Legg til merkis, at uppásin er logaritmisk.

Síðani kreppuna fyrst í 90-unum er rentubyrðan lækkað munandi, og tað er eisini eitt gott fíggjarligt tekin. Rentubyrðan vísir, hvussu stórur partur av skattainntøkunum í einum ári fer til rentur. Frá at vera oman fyri 40% í 1993 er rentubyrðan hjá kommunum nú væl undir 5%. Rentubyrðan er rentuútreiðslur minus rentuinntøkur roknað í mun til skattainntøkuna.