Ráðið

Føroya váðaráð er skipað við 5 limum og 5 varalimum. Ráðslimirnir eru valdur fyri eitt fýra ára tíðarskeið og kunni í mesta lagi verða valdir tríggjar ferðir. Tað er løgmaður, sum velur limir og varalimir í ráðið eftir tilmælum frá myndugleikum, ið virka fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum.

Limirnir verða valdir soleiðis:

  • Landsbanki Føroya tilmælir 2 limir har annar skal vera landsbankastjórin og virkar sum formaður ella forkvinna. Hitt umboðið skal vera serfrøðingur á økinum.
  • Búskaparráðið tilmælir 1 lim, ið skal vera óheftur serfrøðingur við servitan á økinum, og
  • Landsstýrimaðurin tilmælir 2 limir við servitan umboðandi útinnandi valdið á økinum.

Limirnir í Føroya Váðaráð eru:
Malan Johansen, landsbankastjóri, forkvinna

Tilgongdin at seta hinar fýra ráðslimirnar er byrjað.