Nevnd

Nevndin er skipað við 7 limum og 7 varalimum. Nevndarlimirnir eru valdir fyri eitt trý ára tíðarskeið og kunnu í mesta lagi aftur veljast fýra ferðir.

Limirnir skulu hava fakligar førleikar innan eitt ella fleir av førleikaøkjunum: búskaparfrøði, fígging og kredittmeting og serligt innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum.

Liminir vera tilnevndir soleiðis:

2 limir verða tilnevndir av landsstýrismanninum
2 limir eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya
1 limir eftir tilmæli frá arbeiðsgevarafelagnum
1 limir eftir tilmæli frá fakfeløgum og
1 limir eftir tilmæli frá Kommunufelagnum.

Nevndin skipar seg sjálv við formanni/forkvinnu og næstformanni/næstforkvinnu. Nevndin setir og loysir stjóran úr starvi.

Nevndin skipaði seg á fundi 15. februar 2017 við Tummas Eliasen sum formanni og Jan Otto Holm sum næstformanni.

 

Nevndarlimir

Tummas T. Elisasen, formaður, eftir tilmæli frá kommunufelagnum. Tummas T. Eliasen er útbúgvin cand. scient. pol. frá Århus Universitet í 1985. Starvast í dag sum kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu. Tummas hevur drúgvar royndir innan tryggingarvirksemi. Hann hevur verið stjóri á Føroya Lívstrygging (LÍV), og áðrenn tað, fíggjarstjóri á Tryggingarsamband Føroya og Føroya Lívstrygging. Hann hevur umboðað hesi felag í fleiri nevndum m.a. Virðisbrævamarknaði Føroya (VMF). Hann hevur sostatt holla vitan um føroyska samfelagsbúskapin.

Jan Otto Holm, næstformaður, eftir tilmæli frá fakfeløgunum. Jan Otto Holm er útbúgvin cand.merc. innan fígging og roknskap í 1995. Hann hevur arbeitt innan virðisbræva- og fíggjarognarumsiting hjá bankum og tryggingarfeløgum í Føroyum og í Danmark. Ídag hevur Jan Otto sítt egna virki, sum veitir ráðgeving innan fíggjar- og íløguvirðuskiftir. Harumframt undirvísir Jan Otto á handilsskúlanum og bankaskúlanum og situr eisini í ymiskum nevndum. Hann hevur sostatt holla vitan um føroyska fíggjargeiran, tryggingarvirksemi og búskapin.

Zvonko Mrdalo eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya. Zvonko Mrdalo er útbúgvin búskaparfrøðingur frá Oxford í 2004 og hevur síðani tikið eina Phd í búskaparfrøði í Aberdeen í 2012. Hann arbeiðir í løtuni á Fróðskaparsetrinum. Hann hevur harafturat arbeitt hjá Atlantic Petroleum, Spf/14, Hagstovu Føroya og AUPEC (UK) og hevur hann verið limur í Búskaparráðnum. Zvonko hevur sostatt førleikar innan búskaparfrøðið, fígging og kredittmeting og búskapin í Føroyum.

 

Elisabeth Eldevig eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya. Elisabeth Eldevig er útbúgvin fiskivinnufrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Trømsø í 1987. Hon hevur starvast sum stjóri í Samfisk, á Føroya Handilsskúla á Kambsdali har hon undirvísti í Altjóða búskapi og fiskivinnu og hjá Framherja. Hon hevur eisini verið forkvinna í Jarðargrunninum og Búnaðargrunninum og hevur eisini verið limur í Búskaparráðnum. Elisaeth hevur førleikar innan búskaparfrøði og hevur serliga gott innlit í fiskivinnuna í Føroyum.

Kristoffur Laksá eftir tilmæli frá arbeiðsgevarum. Kristoffur Laksá er útbúgving M.S.SC í stjórnmálafrøði, umframt at hava merkonomútbúgvingar innan fígging, roknskap, starvsfólkaleiðslu og fyriskipan. Hann er nevndarlimur og samráðingarleiðari hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og granskar og undirvísir parttíð á Fróðskaparsetrinum. Kristoffur var stjóri og nevndarformaður á P/F Estra 1989-2015. Kristoffur hevur seinastu 30 árini verið nevndarlimur í fleiri vinnuligum fyritøkum umframt luttikið í einum stórum tali av arbeiðsbókum, sum eru settir av politiska myndugleikanum ella av áhugafelagsskapum innan vinnupolitik og búskaparlig viðurskifti. Hann hevur sostatt vitan innan fígging og holla vitan um búskapin í Føroyum.

Mathea Hilduberg tilnevnd av landsstýriskvinnuni. Mathea Hilduberg er útbúgving cand. merc. í samskifti og uttanríkishandil umframt at hon hevur víðkaða bankaútbúgvingina Finans Diplom. Hon hevur drúgvar royndir innan bankavirksemi í Danmark og í Føroyum, millum annað innan kredittmeting og fígging. Eisini hevur Mathea royndir sum fíggjarleiðari og marknaðarleiðari í ymiskum føroyskum fyritøkum eitt nú Føroya Tele. Ídag undirvísir Mathea á Glasir og er nevndarlimur í trimum nevndum. Hon hevur sostatt breitt innlit í føroyska fíggjargeiran, vinnulívið í Føroyum og búskapin sum heild.

Edvard Heen tilnevndur av landsstýriskvinnuni. Edvard Heen er útbúgvin M. sc. econ., Finance og strategic planning í 1984. Starvast í dag sum stjóri í almannaverkinum. Edvard hevur drúgvar royndir innan bæði tryggingar og bankavirksemi. Hann hevur eitt nú starvast sum varastjóri hjá norska BBS (clearing sentralur hjá bankum), og í Føroyum bæði sum deildarstjóri í Bank Nordik og stjóri hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Hevur sostatt vitan innan banka- og tryggingarvirksemi, og breitt innlit í føroyska fíggjargeiran.