Missjón

Landsbankin skal virka fyri fíggjarligum støðufesti og er fíggjarstovnur hjá tí almenna. Við støði í sínum leikluti sum fíggjarstovnur hjá landinum, og greiningum av fíggjargeiranum og búskapinum sum heild, ynskir Landsbankin at tæna Føroya fólki, við at kunna og ávara um fíggjarligar váðar í búskapinum.

Visjón

Landsbankin veitir greiða, álítandi og støðuga kunning um gjaldføri og skuld hjá landinum og fíggjarliga støðufesti í Føroyum.

Fýra høvuðsendamál

Virka fyri fíggjarligt støðufesti í Føroyum
Landsbankin virkar fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum við at hava eftirlit við váðum í figgjarkervinum og øðrum pørtum av búskapinum, ið kunnu ávirka fíggjarliga støðufesti.
Landsbankin er skrivstova hjá Føroya Váðaráð. Endamálið hjá Føroya Váðaráð er at eyðmerkja og hava eftirlit við systemiskum fíggjarligum váðum í fíggjargeiranum og í síni heild í Føroyum. Fyri at Føroya Váðaráð skal røkka sínum endamáli, veitir Landsbankin  tær greiningar, ið Føroya Váðaráð hevur tørv á, fyri at røkka sínum endamálið.

Røkja gjaldføri hjá landinum
Landsbankin røkir gjaldføri landsins, sum fevnir um gjaldføri hjá landsumsitingini, øllum landsstovnum og stovnum og øðrum. Landsbankin skal virka fyri, at landið altíð hevur gjaldføri tøkt, so tað kann halda sínar skyldir. Gjaldførið verður røkt við støði í einari varisligari langtíðar íløguætlan.

Røkja skuld hjá landinum
Landsbankin fyrisitir landsins lántøku og landsbankin røkir skuld landsins, við at virka fyri at skapa bestu treytir, tá ið lántøka er neyðug. Landsbankin skal virka fyri, at skilagóð javnvág er millum kostnað og endurfíggingarváðan. Harafturat skal Landsbankin hava vakið eyga við kredittvirðinum hjá Føroym.

Kunning til almenningin
Landsbankin kunnar almenningin um fíggjarstøðuna hjá landinum, støðuna í fíggjargeiranum og onnur búskaparlig viðurskifti, ið kunna hava ávirkan á fíggjarligt støðufesti. Í samskiftinum verður   dentur lagdur á at veita álítandi, viðkomandi og lættskiljandi kunning. Landsbankin skal verða tað náttúrliga valið hjá almenninginum at leita sær vitan innan økið. Umframt at vera proaktivt sjónlig umvegis fjølmiðlarnar, verður heimasíðan hjá Landsbankanum tað týdningarmiklasta amboðið í hesum sambandi.