Lóggáva

24. november 2016 varð løgtingslóg nr. 116 um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð lýst, og harvið var Landsbankin stovnaður aftur frá 1. januar 2017.

Grein 1 í lógini sigur, at Landsbanki Føroya er almennur fíggjarstovnur og greiningarstovnur, ið virkar fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum.

Landsbankin er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini.

Umframt at virka sum almennur fíggjarstovnur og greiningarstovnur er landsbankin eisini skrivstova hjá Føroya váðaráð, sambært grein 24 í lógini.

Landsbankin er harumframt fyrisiting hjá Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum (AMEG), og stjórin í landsbankanum er eisini stýrisformaður í AMEG.

Og í løgtingslóg nr. 81 frá 2011 um Búskapargrunn Føroya stendur at landsbankin umsitir grunnin.

Link til tær ymisku lógirnar eru niðafyri.