Talknúsari til Landsbankan

Landsbanki Føroya søkir eftir starvsfólki at gera hagtøl og greiningar viðvíkjandi fíggjarkervinum. Hevur tú áhuga fyri at skipa og reka datagrunnar og at vinna vitan úr stórum datasøvnum, er hetta kanska nakað fyri teg.

Um starvið
Ein av høvuðsuppgávunum hjá Landsbankanum er at virka fyri fíggjarligum støðufesti. Ein grundleggjandi fyritreyt fyri at loysa hesa uppgávu eru vælskipaðir datagrunnar og greiningar, sum tú verður við til at menna. Endamálið við greiningunum er at eyðmerkja váðar í fíggjargeiranum, almenna búskapinum og búskapinum í síni heild.

Uppgávurnar verða í ávísan mun loystar í samstarvi við Hagstovu Føroya og Danmarks Nationalbank og við aðrar stovnar í Føroyum og í grannalondunum.

Førleikar og útbúgving
Vit hugsa okkum, at tú hevur akademiska útbúgving í búskapi ella líknandi frá hægri lærustovni, og at tú hevur analytiskar førleikar. Vit vóna, at tú hevur hollar royndir at arbeiða við KT og databasum, og at tú kennir til business intelligence-forrit.

Tú hevur gott innlit í føroyska fíggjarkervið og í føroysk samfelagsviðurskifti.

Tað hevur týdning, at tú dugir væl at samstarva, arbeiðir sjálvstøðugt, hevur eitt skipað arbeiðslag og góðar samskiftisførleikar á føroyskum, donskum og enskum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF ella viðkomandi yrkisfelag.

Umsóknarfreistin er mánadagin 15. januar 2018 á middegi
Send umsókn, prógv, lívrensl og onnur viðkomandi skjøl til malan@landsbankin.fo og skriva “Talknúsari til Landsbankan” sum evni.

Nágreiniligari upplýsingar fáast við at venda sær til Maluna Johansen, stjóra, á 226225 ella á malan@landsbankin.fo.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.