NEP-krøvini til peningastovnarnar nú kend

Síðani stóru fíggjarkreppuna í 2008, er regluverkið hjá peningastovununum broytt nógv. Eitt nú eru krøvini til kapitalin hjá bankunum herd nógv við ymiskum buffarum.

Frá 2020 til 2025 kemur nú eisini tað sokallaða NEP-kravið. NEP stendur fyri “nedskrivningsegnede passiver”. Hetta er  serligur lánikapitalur sum, um so er at bankin er um at fara á húsagang, kann umleggjast til eginkapital. Henda upphædd eigur sambært Fíggjareftirlitinum at vera so stór, at hon dekkar tap og eisini megnar at  rekapitalisera (endurstovna) bankan. 

NEP-kravið til SIFI-bankar (Systemically Important Financial Institutions) er øðrvísi enn til ikki SIFI bankar. Í Føroyum eru allir bankar SIFI-bankar, uttan Suðuroyar Sparikassi.

NEP-kravið tekur støði í kapitalkrøvunum hjá peningastovnunum. Kapitalkravið til peningastovnar er uppbygt av seks pørtum:

  1. Solvenskrav
  2. Individuelt solvenskrav
  3. Kapitalbevaringsbuffer
  4. SIFI-buffari
  5. Systemiskur buffari
  6. Kontrasykliskur buffari

NEP-kravið hjá føroysku SIFI-stovnunum verður 100% av kapitalkrøvunum frá punkt 1 til 4 omanfyri. Hetta merkir, at systemiski buffarin, sum verður 3% 1. januar 2020 og kontrasykliski buffarin, sum er 0% í Føroyum, telja ikki við, tá NEP-kravið verður uppgjørt.

Dømi: er kapitalkravið frá punkt 1 til 4 100 mió. kr., so skal hesin peningastovnur eisini hava 100 mió. kr. av NEP-kapitali.

Hjá Suðuroyar Sparikassa er NEP-kravið munandi minni, her er kravið 3,5-6,0% av krøvunum 1 til 3 tilsamans.

Sí tíðindaskriv frá Fíggjareftirlitinum her.