Umsiting av gjaldføri og skuld

Landsbanki Føroya umsitur gjaldførið hjá landinum. Uppgávan er, at landið altíð hevur gjaldføri tøkt, og at tað fæst sum mest burtur úr av avkasti, uttan ov stóran váða. Landið skal liggja inni við einum minstagjaldføri, sum svarar til 15% av BTÚ. Endamálið er at tryggja landsins rakstur, skuldi tað hent seg, at inntøkur landskassans sviku.

Landsbankin umsitur eisini skuldina hjá landinum, sum er at fyrireika lántøku og umsita afturgjaldingar. Tað verður gjørt til eina so lága rentu, sum til ber og við atliti til endurfíggingarváðan og eisini við atliti til kravið um minstagjaldførið.

Føroyar verða kredittmettar av ratingfyritøkuni Moody’s, og tískil verða okkara evni at rinda skuld aftur mett javnan. Landsbankin tekur sær av teimum uppgávum, sum ratingstovnurin krevur fyri at kunna rata Føroya.