Landsbanki Føroya

Landsbanki Føroya er stovnaður aftur 1. januar 2017. Bankin er almennur fíggjarstovnur, og umsitur landsins gjaldføri og fyrisitur landsins lántøku. Landsbanki Føroya er eisini greiningarstovnur, ið virkar fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum. Bankin er ein sjálvstøðugur almennur stovnur.

Sum skrivstova fyri Føroya váðaráð, skal bankin vera við til at hava eftirlit við systemiskum fíggjarligum váðum í Føroyum. Bankin fyrisitur eisini Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.